2014-04-22 23:56
Brestir, sum hevur verið á beding í Havn til upppussingar, fór fyri vágnum her í Sandavági um 18-tíðina í kvøld vestur á Sørvág.
Nú verður riggað til at fara til Eystur-Grønland, har Brestir skal fiskað svartkalva av føroysku kvotuni, vit hava í Grønlandi.
Tummas Hendriksen reiðari sigur, at væntandi verður klárt at fara avstað í vikuskiftinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald