2014-04-29 16:01
Brestir loysti av Sørvági tíðliga í morgun, teir hava sett kós ímóti Grønlandi, har teir skulu fiska svartkalva av føroysku kvotuni við Eystur-Grønland. Brestir kemur at frysta veiðuna umborð.
Tað eru 11 mans við Bresti, skipari er bíggjarmaðurin Thormann Niclasen.
Hin djúpvatnstrolarin hjá sørvingum - Vesturleiki - fiskar eystanfyri Føroyar, teir frysta eisini veiðuna umborð. Vesturleiki skal landa í Klaksvík í morgin, teir hava uml. 200.000 pund, meginparturin er svartkalvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald