Vinna

Boringin av Súla/Stelkur brunninum liðug

...

2014-08-15 13:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

OLJAN.FO skrivar:

Boringin av Súla/Stelkur brunninum á loyvi 008 á føroyskum øki er liðug. Eingi kolvetni vórðu staðfest. Hetta sigur fyristøðufelagið Statoil frá í morgun.

???Á markøkjum er jarðfrøðiligi váðin stórur, og hesuferð var brunnurin turrur. Boringin hevur givið okkum týðandi upplýsingar, sum verða nýttir í støðutakanini til, hvussu farast skal fram í víðari virksemi.

Vit eru annars væl nøgd við, at virksemið hevur gingið væl uttan nakað óhapp. Eisini eru vit væl nøgd við, at ein týðandi partur av vørum og tænastum eru latin av føroyskum veitarum,??? sigur stjórin fyri virksemið hjá Statoil í Føroyum, Rúni M. Hansen.

Byrjað varð at bora við West Hercules í juni, 95 fjórðingar í ein landssynning úr Føroyum, á 1050 metra dýpi. Borað varð niður á 3015 metrar.

Statoil var fyristøðufelag við 40%, hini feløgini vóru DONG við 30% og OMV við 30%.

Statoil er tað felagið, sum hevur borað flest brunnar á føroyska landgrunninum, tilsamans fýra av níggju brunnum síðani fyrstu útbjóðingina í 2000. Felagið hevur tí havt ein týðandi leiklut í leitivirkseminum.

Í dag stendur Statoil fyri fýra av teimum seks loyvunum á landgrunninum. DONG stendur fyri tveimum.

Feløgini, sum eru við í teimum seks leitloyvunum í Føroyum, eru Statoil, DONG, OMV, ExxonMobil og Atlantic Petroleum.

Hóast boringin er liðug á hesum sinni, so fer boripallurin West Hercules, sum hevur borað tveir brunnar fyri Statoil í Føroyum í hesum árinum, kortini ikki úr Føroyum alt fyri eitt. Hann verður her í nakrar vikur aftrat. Ikki fyri at bora men fyri at fáa umvælingar gjørdar inni á Skálafjørðinum.

Tá hesar eru lidnar verður kósin sett móti Flemish Pass leitiøkinum í New Foundlandi, har hann skal bora fyri Statoil.

Tað er umleið hálvur annar mánaði síðani, at Statoil boðaði frá, at komið var ikki fram á kolvetni í 8. brunninum í Føroyum. Brugdan 2 var turrur.

Tað er greitt, at úrslitið av hesum báðum seinastu brunnunum setir føroyska oljuleiting í eina bíðistøðu. Tvs. at oljufeløgini fara nú at evaluera og nærlesa úrslitini. Støðan er tann, at eingin brunnur er á arbeiðsborðinum í løtuni. Um oljufeløgini, sum enn eru her, fimm í tali, fara at bjóða seg fram at bora nýggjar brunnar, stendur púra opið. ??vissan er undir øllum umstøðum stór. Neyvan er hetta endin á føroyskari oljuleiting, men tað kann væl henda, at vit skulu til at brynja okkum við enn meira toli, meðan vit eisini forvitin og kanska við eitt sindur av øvund fylgja meira positivu gongdini hinumegin markið.

Komandi mánaðirnir fara helst at gera støðuna greiðari. Møguliga verður sannað, at vit bara eru ein brunn ov stuttir. Nevniliga tann 10. brunnin. Vanliga verður tikið til í hesi vinnu, at tað skulu 10 brunnar til eitt fund. Vit hava borað teir 9.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder