2019-11-28 19:46

Borgar Sveinsson var so óheppin í dystinum millum Kyndil og Team Klaksvík, at hann eftir eitt gjøgnumbrot lendi skeift á arminum. Tað bleiv ein langur steðgur í dystinum, og tað gingu útvið 30 minuttir til Borgar var fingin av vøllinum og fór í sjúkrabilin á Landssjúkrahúsið.
??happið hendi í 51. minutti, og valdu dómarnir at blása dystin av. Kyndil og Borgar vunnu dystin 28-15.
Á Facebook bólkinum hjá Kyndilsfólki stendur at lesa, at Borgar lukkutíð einki hevur bortið, men hevur hann framvegis nógva pínu, og fyri at tálma pínuni, er armurin lagdur í gips í 10 dagar.
Filmsbrotið er frá Kyndli. Sverri Egholm/portal.fo hevur klipt og sett saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald