Hesa komandi vikuna, eru fýra føroyskir borðtennisspælarar íspanska býnum Alicante, har teir fara at luttaka í EM í borðtennis. Tey, sum umboða Føroyar, eru Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson, Durita Fríðadóttir Jensen og Sólja Hilduberg Djurhuus. Venjari er danin Simon Nykjær-Fisher.
Tað er stinn mótstøða, sum bíðar føroyingunum í Spania. Møguliga koma tey at hitta nakrar spælarar av egnum støði, men tey kunnu vænta at møta spælarum úr heimselituni, tí hægst styrkismettu spælararnir í hvørjum bólki plaga vanliga at vera spælarar úr topp 100 í heiminum.
- ???Summir dystir vera meira eitt upplivilsi enn nakað annað, men vit satsa uppá at taka onkrar sigrar ímóti teimum veikaru spælarunum??? sigur ein av landsliðsleikarunum, Hallur Thorsteinsson, í tíðindaskrivi frá Borðtennissambandi Føroya.
Næstseinasta vikuskifti vóru teir fýra føroysku spælararnir á venjingarlegu í Danmark. Venjingarnar fóru fram undir leiðslu av landsliðsvenjaranum, danska Simon Nykjær-Fisher. Spælt varð í hølunum hjá Amager BTK, har Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson hava sína dagligu gongd.
Við á ferðini í Spania verður eisini formaðurin í Borðtennissambandi Føroya, Andras Nolsøe, sum fer á aðalfund hjá evropeisku borðtennissamgonguni, ETTU. Á skrá er millum annað álvarsmál, sum kann fáa týdning fyri HM- og EM-luttøkuna hjá smátjóðum so sum Føroyum.
Føroyska ferðalagið hevur verið savnað í Keypmannahavn undan fráferðini. Sjálv EM-kappingin byrjar týsdagin og heldur áfram til sunnudagin. Kappast verður í einmansleiki, tvímansleiki og í blanda??um tvímannsleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald