Ítróttur

Borðtennis: FM kapping í yngru deildunum

...

2018-03-20 22:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

?? vikuskiftinum skipaði Borðtennissamband Føroya fyri FM kapping í teimum yngru deildunum. Kappingin var í Ítróttarhøllini í Trongisvági, og spælt bleiv bæði í einmannsleiki og tvímannsleiki í øllum deildum. Lagt var til brots longu fríggjakvøldið við teimum yngstu, og síðani varð hildið áfram allan leygardagin.

Í teimum yngru gentudeildunum var tað TBF, sum var tann tann stóri sigursharrin, men í gentu- og kvinnuunglingadeildini var tað Sólja Djurhuus út T??R, sum vann. Sólja er eisini júst úttikin til tað føroyska A-landsliðið í borðtennis, sum skal luttaka í Arctic Open í Grønlandi um Hvítusunnuna.

Hjá dreingjunum var tað T??R, sum vann flestu deildirnar. Her var tað serliga Rói Hjaltason, sum varð tann stóri sigursharrin. Hann vann ikki minni enn tríggjar deildir ávikavist smádreingir, dreingir og mansungligar. Sanniliga eitt bragd av unga Havnarmanninum.

Vikuskiftið 6.-7. apríl verður so FM kappingin hjá teimum vaksnu avgreidd. Spælt verður innleiðandi fríggjakvøldið 6. apríl, og finalurnar verða leiktar leygardagin 7. apríl í sambandi við stóra finaludagin hjá borðtennis, badminton og judo í høllini á Hálsi.

Myndir av øllum FM vinnarunum eru at síggja á www.btsf.fo.

??rslitini frá FM kappingini vóru annars hesi:

Pinkur

Einmansleikur

Nr.1 Marin Elisabeth Poulsen, TBF

Nr.2 Rebekka Debes, TBF

Smágentur

Einmansleikur

Nr.1 Anja Wongwai, TBF

Nr.2 Bára Guttesen, TBF

Nr.3 Beinta D. Joensen, TBF

Tvímansleikur

Nr.1 Beinta D. Joensen og Marin Elisabeth Poulsen, TBF

Nr.2 Anja Wongwai og Bára Guttesen, TBF

Gentur:

Einmansleikur

Nr.1 Sólja Djurhuus, T??R

Nr.2 Beinta D. Joensen, TBF

Nr.3 Anja Wongwai, TBF

Tvímansleikur

Nr.1 Sólja Djurhuus, T??R og Vivtoria Debes, TBF

Nr.2 Marin Elisabeth Poulsen og Hanna Højgaard, TBF

Nr.3 Anja Wongwai og Bára Guttesen, TBF

Kvinnuunglingar:

Einmansleikur

Nr.1 Sólja Djurhuus, T??R

Nr.2 Maria Albinus, TBF

Nr.3 Victoria Debes, TBF

Tvímansleikur

Nr.1 Maria Albinus, TBF og Sólja Djurhuus, T??R

Nr.2 Victoria Debes og Beinta D. Joensen, TBF

Nr.3 Anja Wongwai og Bára Guttesen, TBF

Smápiltar

Einmansleikur

Nr.1 Baldrian R. Nolsøe, TBF

Nr.2 Filip Roest, TBF

Nr.3 Lias Arnason, TBF

Piltar

Einmansleikur

Nr.1 Jósva Højgaard, TBF

Nr.2 Regin oman Tún, TBF

Nr.3 Niels Juul A. Poulsen, TBF

Tvímansleikur

Nr.1 Jósva Højgaard og Filip Roest, TBF

Nr.2 Baldrian Nolsøe og Niels Juul A. Poulsen, TBF

Nr.3 Regin oman Tún og Lias Arnason, TBF

Smádreingir:

Einmansleikur

Nr.1 Rói Hjaltason, T??R

Nr.2 Tórur E. Eliasen, T??R

Nr.3 Aron Frankieson, T??R

Tvímansleikur

Nr.1 Tórur Ei Eliasen og Aron Frankieson, T??R

Nr.2 Høgni Heinason og Rói Hjaltason, T??R

Nr.3 Julian Frankieson og Tór Magnus Kruse, T??R

Dreingir:

Einmansleikur

Nr.1 Rói Hjaltason, T??R

Nr.2 Tórur Ei Eliasen, T??R

Nr.3 Julian Frankieson, T??R

Tvímansleikur

Nr.1 Aron Frankieson og Tórur Ei Eliasen, T??R

Nr.2 Rói Hjaltason og Høgni Heinason, T??R

Nr.3 Hallur Ferjá, TBF og Julian Frankieson, T??R

Mansunglingar:

Einmansleikur

Nr.1 Rói Hjaltason, T??R

Nr.2 Helgi ??lavsson, TBF

Nr.3 Tórur Ei Eliasen, T??R

Tvímansleikur

Nr.1 Rói Hjaltason og Høgni Heinason, T??R

Nr.2 Tórur Ei Eliasen og Aron Frankieson, T??R

Nr.3 Ári F. Jensen og Julian Frankieson, T??R


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder