Mentan

Bókasavnið í Sørvági: Almenn tiltøk á bókasavninum í vár

...

2021-01-25 17:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Almenn tiltøk á bókasavninum í vár

Bókasavnið í Sørvági skipar í vár fyri eini røð av almennum tiltøkum, fyrilestrum, beinleiðis stroyming av fyrilestrum og onkrum til undirhalds. ??r skránni kunnu nevnast fyrilestrar um átrúnað og samfelag, um integratión við nýsetta integratiónsprestinum Marjun Lómaklett og fyrilestrar um bókmentir við eitt nú sørvinginum Beinir Bergsson. Harumframt vera stroymdir fyrilestrar um náttúruvísindalig evni so sum sjáldsamir sansir, Big Bang og farsóttir.

Endamálið við tiltøkunum er at upplýsa um ymisk aktuell evni, men eisini at geva fólki í oynni møguleika at fara út og koma saman at uppliva okkurt áhugavert og seta spurningar.

Tiltøkini eru almenn og ókeypis, og tey verða lýst og umrødd við tíð og stað sohvørt tey eru á skrá.

Fyrsta tiltakið verður longu hósdagin, 28. januar kl. 8, tá ið Erhard Jacobsen fer at halda fyrilestur í Marghøllini, sum hann kallar Heimurin, Islam og Føroyar.

Almennu koronatilmælini verða fylgd.

Meira um várskránna kann lesast á Facebook-síðunu Bókasavnið í Sørvági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder