Vinna

Boð eftir Mikkjali

...

2016-06-29 14:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í Vága Kommunu hava verið trupulleikar við at fáa vatn til øll húsini í seinastuni.

Í dag verður arbeitt við vatnleiðingini Norðuri á Heiðum - boð vórðu send eftir Mikkjali Davidsen, sum fyri tíð síðan fór frá vegna aldur - hann segði tá ið vit tóku myndirnar um 15-tíðina í dag, at helst fingu tey Norðuri á Heiðum vatn aftur um eina løtu.

Mikkjal er kunnugur við hvussu vatnið er lagt í Miðvági, hann arbeiddi hjá kommununi í nógv harrans ár - hann segði skemtandi í dag: "Trupulleikin er ikki so stórur"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder