Mentan

Blákrossheimið tekur aftur ímóti nýggjum klientum

...

2020-05-02 09:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Síðan tilbúgvingin viðvíkjandi koronavirus byrjaði, hevur Blákrossheimið ikki tikið ímóti nýggjum búfólkum. Men í næstu viku taka vit ímóti búfólkum aftur.

Mánadagin 4. mei fer Blákrossheimið at taka ímóti fyrstu búfólkunum síðan koronakreppan byrjaði. Meðan koronatilbúgvingin hevur verið seinastu vikurnar hevur okkurt av virkseminum hjá Blákrossheiminum flutt seg út á netið. Nógv hava tikið av tilboðinum um ambulantar terapeutiskar samtalur yvir netið. Eftirviðgerðarsamtalur gjørdar eftir sama leisti. Tey sum vóru í viðgerð á Blákrossheiminum tá tilbúgvingin byrjaði, hava hildið áfram í viðgerðini.

Tey, sum eru í viðgerð fyri rúsnýtsluórógv á Blákrossheiminum, fáa hvørja viku familjusamrøður. Nú er eisini opnað fyri, at familjulimir kunnu koma inn til hesar samrøðurnar.

Eftirviðgerðarfundirnir, sum eru mánakvøld kl. 19 á Blákrossheiminum og hóskvøld kl. 20 í Skjólinum í Havn, byrja aftur ávíkavist 11. og 14. mai.

Opnu fundirnir á Blákrossheiminum týs- og hósmorgun eru enn avlýstir.

Framleiðsla er eisini byrjað av Datvarpinum, einum podvarpi, sum snýr seg um førleikamenning í sálarfrøðiliga háttalagnum, Blákrossheimið brúkar, nevnliga dialektiskari atferðarterapi (stytt DAT). Datvarpið er bæði ætlað teimum, sum hava tilknýti til viðgerðina á Blákrossheiminum og annars øllum, sum hava áhuga í DAT og ynskja sær betri sálarheilsu.

Nú tikið verður ímóti nýggjum búfólkum og vanliga virksemið so smátt byrjar aftur, fer tilboðið um ambulantar samtalur at steðga. Eftirviðgerðarsamtalurnar á netinum halda tó fram fyribils.

Ungdómsviðgerðin hjá Blákrossheiminum, DAT ung, er eisini flutt á netið í stóran mun. Bæði staksamtalur og bólkaundirvísingar eru farnar fram online. Nú verður so líðandi opnað fyri vanliga DAT ung virkseminum í Kongagøtu 8 í Havn. Tey, sum luttaka í ungdómsviðgerðini, fáa at vita um hesar broytingar frá teirra terapeutum.

Undir vanligum umstøðum kunnu fólk, sum eru á Blákrossheiminum fáa vitjan. Hetta varð steðga í samband við koronatilbúgvingina. Tað er framvegis galdandi.

Reinførið og frástøða verða framvegis raðfest høgt fyri at fyribyrgja smittubreiðslu.

Kunnað verður leypandi um broytingar í øllum hesum viðurskiftum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder