Fyrradagin bleiv stuðulsavtala millum Bilasølan og 07 Vestur fyri 2021 undirskriva. Nevndin í 07 Vestur fegnast um,at Bilasølan vil stuðla arbeiðinum hjá 07 Vestur. Tað er alneyðugt hjá lokalítróttinum at hava góðar stuðlar, og tí eru vit takksom fyri stuðulin frá Bilasøluni, sigur Eyðvør Petersen, ið er nevndarlimur í 07 Vestur.
Hendrik Egholm, stjóri á Bilasøluni sigur í stuttari viðmerking, at 07 Vestur júst eru fluttir upp í Betri deildina, og tað er fíggjarliga tungt. Vit vóna, at tað ger at gangast 07 Vestur væl og vit halda projektið hjá 07 Vestur er spennandi. Tí vilja vit fegin stuðla fótbóltinum hjá kvinnum og monnum vesturi í Vágunum.
Á myndini síggjast frá vinstru Martin Heiberg, Eyðvør Petersen, Kiran Jóanesarson( frá Bilasøluni)og Erling Myklebust.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald