Ítróttur

Betri letur bjargingarvestar til øll kappróðrarfeløg

...

2020-06-22 17:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samstarvi við Róðrarsamband Føroya letur Betri bjargingarvestar til øllkappróðrarfeløg í landinum.


Betri Stuðulsgrunnurin veitir stuðul til tryggleikaskapandi, skaðafyribyrgjandi og sjúku
fyribyrgjandi virksemi. Bjargingarvestarnir eru latnir, tí Betri ynskir, at trygdin á sjónum er í hásæti, tá kappróður er.

- Sum eitt serføroyskt samtak eru vit errin av føroyska tjóðarítróttinum. Vit hava eisini sum endamál at skapa tryggleika í Føroyum. Hesir bjargingarvestarnir eru ein liður í hesum endamálinum, og vónandi taka róðrarfólkini væl ímóti teimum, sigur Evy Jacobsen, stjóri í móðurfelagnum hjá Betri.

Vestarnir eru smidligir og lættir at vera í, og teir eru funnir í samráði við Róðrarsamband Føroya. Filmur er eisini framleiddur, har m.a. Sverri Nielsen greiðir frá, hví bjargingarvestar eru týdningarmiklir fyri trygd á sjónum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder