Ítróttur

Betri Deildin menn: Leikskráin klár

...

2020-04-24 07:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 9. mai fer bólturin aftur á rull. Og longu í fyrsta umfari verða tað nummar 1 og 2 í fjør, KÍ og B36, sum bresta saman við Djúpumýru í Klaksvík


Upprunaliga skuldi fremsta deildin hjá monnum sparkast í gongd tann 8. mars. Men soleiðis bleiv kortini ikki. Koronavirusið gjørdi um seg, og í fyrstu atløgu varð avgjørt at spæla fyrsta umfar uttan áskoðarar. Síðani varð fyrsta umfar útsett í eina viku, og so bleiv avgerð tikin um at útseta allan fótbólt, sum skuldi verðið spældur í mars og apríl mánað.

Miðað varð eftir at byrja kappingarárið 2020 í mai, og nú er greitt, at landskappingin í Betri Deildini hjá monnum fer av bakkastokki leygardagin 9. mai. Eina viku seinni, leygardagin 16. mai byrjar 1. deild hjá monnum, og tann 24. mai fara fremstu kvinnuliðini á vøllin.

Í fyrsta umfari í Betri Deildini hjá monnum hittast liðini soleiðis: KÍ ??? B36, NSÍ ??? TB, HB ??? EB/Streymur, Skála ??? ÍF og AB ??? Víkingur.

Spælt verður til 12. juli, og síðani verður ein stuttur summarsteðgur, áðrenn kappingin verður tikin upp aftur tann 27. juli. Og av tí at kappingin ikki byrjar fyrr enn í mai, og 27. umfør skulu spælast ??? um alt gongur eftir ætlan ??? verður síðsta umfar ikki spælt fyrr enn tann 7. november.

Í 27. og seinasta umfari hittast liðini soleiðis: B36 ??? NSÍ, KÍ ??? HB, TB ??? Skála, AB ??? EB/Streymur og Víkingur ??? ÍF.

??ll kappingin sæst her: Betri Deildin menn 2020

Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið verður á skránni 8. juli, meðan fjórðingsfinalurnar og hálvfinalurnar verða spældar ávikavist 21. og 28. novemer. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 5. desember.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder