2014-06-02 20:46
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði ársaðalfund mikudagin 28. mai.
Á aðalfundinum vórðu Bergur Poulsen og Kristoffur Laksá afturvaldir, meðan Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic og Fróði Magnussen, stjóri á Formula, vórðu nývaldir fyri Magna Arge og Jóhonnu á Bergi, sum ikki tóku við vali.
Nevndin, sum eisini er mannað við Høgni Hansen, Jón Sigurðsson og Atla Gregersen, skipaði seg við Bergur Poulsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.
Til ber at lesa ársfrágreiðing Føroya Arbeiðsgevarafelagsher.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald