2018-11-26 20:27

Kl. gott 6 í kvøld fekk MRCC eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur var farin á land í Høvdasundi, einsamalli maðurin umborð slapp uppá helluna á Trøllhøvda.
Boð vóru beinanvegin send til Brimil, Sverra og eftir tyrluni, men tað vísti seg tíbetur, at Brimil var staddur tætt vestur úr Høvdanum og kom skjótt á staðið, soleiðis at ikki var neyðugt við tyrluni, bjargingarbáturin Sverri kom eisini skjótt á staðið.
Brimil hevur minni bátar at seta út, teir bjargaðu manninum og fingu hann umborð á Brimil. Báturin var ikki sokkin, so teir fingu eisini fast á bátin, so sigast má, at alt spældi væl av, sigur MRCC í kvøld.
Brimil og Sverri eru enn staddir á leiðini við Trøllhøvda
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald