Ítróttur

Bassafótbóltur kring landið

...

2019-05-24 15:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Komandi mánaðin verður skipað fyri fótbóltskappingum kring landið. Kappingarnar verða fyri gentur og dreingir í aldursbólkunum U7 og U9.

Fótbóltssamband Føroya og Betri fara komandi mánaðin at skipa fyri Bassafótbólti kring alt landið.

Talan er um ???Túnabólt???, har ein fyribilsfótbóltsvøllur verður settur upp á staðnum, har kappingin er. Kappingarnar verða í Miðvági, Klaksvík, Saltangará, Tórshavn og á Sandi og Tvøroyri. Lagt verður fyri í Miðvági mánadagin 27. mai.

Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding krevst. Tilmeldingin fer fram íNethandilinumá heimasíðuni hjá FSF.

Bassi verður á staðnum við onkrum góðum til børnini, og vinningur verður latin vinnandi liðnum á hvørjum øki.

Eisini sleppa vinnararnir at luttaka í finalutiltaki, sum verður á Tórsvølli í sambandi við árligu steypafinalurnar, sum í ár verða 21. september.

Melda til her:Bassafótbóltur / Nethandilin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder