Bartal Erlingsson Eidesgaard royndi seg í morgun í 50 metra bringusvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2021, og svam tá hendan teinin uppá 30.49 sekund, har besta tíð hjá honum til nú var 30.68 sekund frá Føroysku Meistarstevnuni í fjør. Síúrslitalistan her
Bartal var longu áðrenn hetta hin næstskjótasti føroyski bringusvimjarin nakrantíð, aftanfyri Róland Toftum sum eigurføroyska metiðá 29.43 sekund frá Danish Open í 2017, umframtføroyska juniormetiðá 29.81 sekund frá Danish Open í 2016.
Bartal setti sum kunnugt eisini í gjár persónligt met, tá ið hann royndi seg í 100 metra frísvimjing, og er týðiligvís væl fyri til eisini komandi avbjóðingar á hesi stevnu, sum eru 200 frí í morgin og 50 frí í ovurmorgin.
Sí skránna hjá teimum báðum Elisabethher
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald