BankNordik og B71 hava undirskrivað nýggja samstarvsavtalu, sum inniber, at BankNordikkomandi tvey árini verður stuðul hjá flogbóltinum hjá B71.
Flogbólturin hjá B71 hevur verið í støðugari menning seinastu árini, og hetta sæst eisini aftur bæðiá íðkaratali og liðtilmeldingum, ið økjast ár um ár.
???Líka frá byrjan hava eldsálir syrgt fyri góðum kørmum og dúgligum venjingum í felagnum ogseinastu tíðina hevur tað eisini verið møguligt hjá børnum og ungum at íðka uttan kostnað ífelagnum. ??rslitið hevur verið, at virksemið er økt støðugt, og tað gleðast vit um. ??kta virksemiðhevur havt fleiri útreiðslur við sær, og vit eru tí sera fegin um, at BankNordik hevur valt at stuðlaB71 flogbólti komandi tvey árini,??? sigur Karl Vidtfeldt, formaður í starvsnevndini í B71.
Umframt játtaðan stuðul hava øll ungdómsliðini hjá flogbóltinum hjá B71 fingið nýggjar búnar viðbúmerkinum hjá BankNordik. ???Vit eru fegin um nýggja samstarvið við B71, sum ger eitt týðandiarbeiði fyri børn og ung í Sandoynni. Undirtøkan fyri flogbóltinum er sera góð, og vit vóna, atokkara stuðul kann vera við til at tryggja, at felagið framhaldandi mennist,??? sigur Rúna N.Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik.
Vit í B71 gleða okkum til at fylgja menningini hjá børnum og ungum í flogbólti í Sandoynni ísamstarvi við nýggja stuðulin. Vit fara at ynskja øllum flogbóltsleikarum og áhugaðum bestu eydnuframyvir í venjing og kapping!
Drívið á B71 Flogbóltur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald