2014-05-07 16:30
Eftir eina jaliga gongd í danska virkseminum og framhaldandi effektiviseringar hevði BankNordik eitt ársfjórðingsúrslit á 52 mió. kr. fyri niðurskrivingar. ??rslitið fyri skatt gjørdist 31 mió. kr.
Hóast framhaldandi harða kapping heldur leiðslan fast við væntanirnar um eitt úrslit í 2014 á 200-240 mió. kr. fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur og skatt.
Samanløgdu rakstrarinntøkurnar hjá BankNordik-samtakinum vóru 190 mió. kr. (netto) í fyrsta ársfjórðingi 2014. Hóast hædd verður tikin fyri broytingum í árstíðarbundnum inntøkum, fekk bankin eitt sindur lægri inntøkur í ársfjórðinginum, lutvíst orsakað av áhaldandi lítlum eftirspurningi eftir nýggjum lánum og kredittum, og lutvíst orsakað av einum stórum kappingartrýsti á útlánsrentunum og harvið rentumarginalinum ikki minst í Føroyum.
Harafturímóti er tann jaliga gongdin í danska bankavirkseminum hildin fram í fyrsta ársfjórðingi, serliga orsakað av fyrimunaskipanini Nordik360, sum bæði heldur fast við verandi kundar og dregur nýggjar kundar til. Danska bankavirksemið hevur á henda hátt givið yvirskot síðstu fýra ársfjórðingarnar, har hesin síðsti ársfjórðingurin gav eitt yvirskot á 20 mió. kr.
Effektiviseringin í bankanum heldur fram og gevur lægri rakstrarútreiðslur, nevniliga 138 mió. kr. síðsta ársfjórðing. ??rslitið fyri ársfjórðingin bleiv 52 mió. kr. fyri niðurskrivingar.
Niðurskrivingarnar á útlánum og kredittum vóru 21 mió. kr. (netto), sum stuðlar undir væntanirnar við ársbyjran um lægri niðurskrivingar í 2014 enn í farna ári.
Eftir niðurskrivingar, eingangsútreiðslur og virðisjavna bleiv úrslitið hjá samtakinum 31 mió. kr. fyri skatt samanborið við 13 mió. kr. í sama ársfjórðingi í fjør.
Solvensur og gjaldføri eru omanfyri lógarkrav
Neyva váðastýringin er endurspeglað í solvenstørvinum á 8,8%, sum er millum teir lægstu í danska ríkinum og nær minsta lógarkravinum á 8%. Við einum solvensi á 14,7% við ársfjórðingsskiftið hevði bankin eitt rásarúm á 5,8 prosentstig í mun til solvenstørvin.
Eisini hvat krøvunum til gjaldføri viðvíkur hevði BankNordik við endan á ársfjórðinginum ein sterkan yvirdekning, nevniliga 2,6 ferðir lógarkravda gjaldførið.
Bankin valdi í øðrum ársfjórðingi at gjalda aftur ábyrgdarlán fyri 63 mió. kr. frá danska statinum (sambært fráboðan 23. apríl 2014). Hóast sterka fíggjarstøðu bleiv lánið tikið í 2009 sum ein hóskiligur partur av kapitalráðleggingini hjá samtakinum, eisini sæð í ljósinum av tí táverandi ótryggu støðuni á fíggjarliga marknaðinum. Við grundarlagi í solvensinum og kapitalráðleggingini hjá samtakinum fyri komandi árini er ein afturgjalding av láninum nú mett at vera hóskandi. Afturgjaldið er góðkent av Fíggjareftirlitinum.
BankNordik hevur við hesum minkað síni ábyrgdarlán til 460 mió. kr. Við ársenda í 2011 vóru ábyrgdarlánini 831 mió. kr.
Eftir afturgjaldið av láninum er solvensurin uml. 14,1%, og rásarúmið í mun til solvenstørvin er uml. 5,3% (áðrenn úrslitið av hesum síðsta ársfjórðinginum er talt við).
Væntanir til 2014
Leiðslan í BankNordik heldur fast við væntanirnar við ársbyrjan um eitt úrslit á 200-240 mió. kr. fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt í 2014. Niðurskrivingar á útlánum væntast at verða lægri í 2014 enn árið fyri.
Nærri kunning
Janus Petersen, forstjóri, tlf. 330 340
Árni Ellefsen, fíggjarstjóri, tlf. 330 348
Johnny í Grótinum, Investor Relations, tlf. 230 380, [email protected]
Høvuðstøl
Mió. DKK | Q1 2014 | Q4 2013 | Q3 2013 | Q2 2013 | Q1 2013 | 2013 |
Rentuinntøkur, netto | 133 | 133 | 143 | 151 | 147 | 574 |
Inntøkur frá tænastugjøldum | 46 | 53 | 43 | 48 | 44 | 188 |
Inntøkur frá trygging | 8 | 14 | 15 | 29 | 12 | 69 |
Aðrar rakstrarinntøkur | 3 | 5 | 3 | 3 | 3 | 14 |
Rakstrarinntøkur * | 190 | 206 | 204 | 230 | 206 | 845 |
Rakstrarútreiðslur * | -132 | -139 | -136 | -142 | -141 | -558 |
Sektorútreiðslur v.m. | -6 | -4 | -4 | -8 | -8 | -26 |
??rslit fyri niðurskrivingar * | 52 | 60 | 64 | 81 | 57 | 261 |
Niðurskrivingar á útlánum (netto) | -21 | -42 | -32 | -20 | -55 | -147 |
Rakstrarúrslit * | 31 | 20 | 31 | 61 | 1 | 114 |
Eingangsútreiðslur | -2 | -19 | 0 | 18 | -10 | -11 |
??rslit fyri virðisjavna og skatt | 29 | 1 | 31 | 79 | -9 | 103 |
Virðisjavni | 2 | -10 | 16 | -16 | 22 | 11 |
??rslit fyri skatt | 31 | -9 | 47 | 63 | 13 | 114 |
Innlán v.m. | 12.047 | 12.193 | 12.019 | 12.331 | 12.800 | 12.193 |
??tlán v.m. | 10.392 | 10.460 | 10.587 | 10.750 | 10.820 | 10.460 |
Ognir til samans | 16.584 | 17.085 | 16.876 | 17.369 | 17.817 | 17.085 |
Eginogn | 2.135 | 2.156 | 2.155 | 2.125 | 2.063 | 2.156 |
Solvensur | 14,7% | 14,7% | 14,5% | 15,4% | 14,9% | 14,7% |
Gjaldføri í mun til lógarkrav | 2,6 x | 2,8 x | 2,6 x | 2,8 x | 3,0 x | 2,8 x |
??treiðslur/Rakstrarinntøkur | 70% | 68% | 67% | 61% | 68% | 66% |
Tal av starvsfólkum (FTE), ult. | 512 | 523 | 530 | 545 | 538 | 523 |
* Frároknað eingangsútreiðslur og virðisjavna.
Fleiri upplýsingar eru at finna í ársfjórðingsfrágreiðingini (verður bert útgivin á enskum).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald