Ítróttur

Badmintonsamband Føroya sett ein landsliðsvenjara afturat

...

2018-01-05 12:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Badmintonsamband Føroya hevur í dag skrivað undir sáttmála við danan Sune Gavnholt.

Hann skal saman við Aritra Nandy standa á odda fyri lansliðsarbeiðinum fram til 31. december 2019.

Sune er 34 ára gamalur og býr í ??rhus saman við konuni og tveimum børnum. Hann er fulltíðar badmintonvenjari í Ikast IF Badminton. Hann hevur sjálvur eisini nógvar royndir sum yrkisbadmintonleikari. Hann hevur verið millum 10 teir bestu í Danmark og millum 100 teir bestu í verðini. Harafturat hevur hann luttikið í eini ørgrynnu av altjóða kappingum.

Sune hevur verið danskur meistari 5 ferðir og evropeiskur meistari 4 ferðir sum ungdómsleikari.

Nevndin í Badmintonsambandi Føroya er sera spent upp á samstarvið við Sune Gavnholt. "Vit hava arbeitt við hesari ætlanini í nakrar mánaðir, og eru vit sera fegin og spent at kunngera navnið á nýggja landsliðsvenjaranum. Við Sune Gavnholt, sum ein part av landsliðsvenjaratoyminum, fara vit at seta ferð á menningina av føroyskum badminton. Hetta verður gjøgnumført við, at landsliðið fer at hava fleiri savningar her heima og í Danmark, og samstundis at gerast sterkari í kappingum, sum luttikið verður í", sigur formaðurin í BSF Erik Engelbrecht Thomsen.

Sune Gavnholt, landsliðsvenjari leggur afturat:"Eg gleði meg sera nógv til hesa avbjóðing. Og eri eg fegin um, at tað hevur eydnast at finna eina loysn, sum eg kann samskipa við mítt núverandi arbeiði í Ikast. Eg gleði meg at hitta leikararnar og at fáa eitt tætt samstarv við tey. Eg gleði meg eisini at fylgja teimum restina av hesum kappingarárinum. Eg eri sera ágrýtin eftir at vinna, men í hesi verkætlanini fari eg at hava líka nógv fokus á at menna leikararnar."

Fyrsta uppgávan hjá nýggja landsliðstoyminum, Aritra Nandy og Sune Gavnholt, verður komandi vikuskifti. Tá fer landsliðið til Íslands at spæla landsdyst ímóti Íslandi fríggjakvøldið og at luttaka í kapping, sum verður leygar- og sunnudagin. Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 8. januar.

Hesi skulu umboða Føroyar:

Kristina Eriksen

Gunnva Jacobsen

Jóhanna Osberg Højsted

Sólfríð Hjørleifsdóttir

Magnus Dal-Christiansen

Benjamin Gunnarstein

Bartal Poulsen

Magni Hansen

Rani í Bø

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder