Ítróttur

Badmintonleikararnir úr HBF góð úrslit í kappingini RIG

...

2020-02-05 07:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aftur í ár vóru nógvir badmintonleikarir við til ungdómskappingina Reykjavik International Games 2020 og spældu í U13, U15, U17 og U19.

 

Tá ið kappingin, sum varð spæld leygardagin 1. februar og sunnudagin 2. februar, var liðug høvdu føroysku leikararnir vunnið fleiri heiðursmerki.

 

Í U13 vóru 1 gull og 4 silvur heiðursmerki vunnin.

Í U15 vóru 1 gull og 2 silvur heiðursmerki vunnin, og harafturat 1 gull í B-bólkinum.

Í U19 varð 1 silvur heiðursmerki vunnið

 

Hesir leikarir vunnu;

U13 Girls Singles

2. Julianna Í Heiðinum

U13 Boys Doubles

1. Sjúrður Elias Heinas Eysturoy Tóki Yngvason Guttesen

2. Kristoffur Samuelsen Markus Bjarnason

U13 Girls Doubles

2. Eyð Lamhauge Debess Julianna Í Heiðinum

U13 Mixed Doubles

2. Sjúrður Elias Heinas Eysturoy Birna K. Jacobsen

U15 Boys Singles

2. Bjarti Samson Vang

U15 Girls Singles

1. Birita Weihe  

U15 Mixed Doubles

2. Bjarti Samson Vang Birita Weihe 

U19 Girls Doubles

2. Sissal Thomsen Una Hrund ??rvar

 

Eisini varð skipað fyri einari kapping fyri U11 leikararnar. Fleiri ungir føroyskir badmintonleikarir luttóku, og fingu tey øll eitt væl uppiborið gull-heiðursmerki.

 

Tað er gleðiligt, at Havnar Badmintonfelag aftur luttekur við nógvum leikarum til Reykjavík International Games. Kappingin er sera gevandi fyri allar leikarar, tí her møta teir avbjóðingum frá leikarum, sum teir ikki vanliga spæla ímóti. Harafturat er kappingin góð fyri samanhaldi í felagnum - og eisini verða tvær tjúkkar strikur settar undir tað tætta samstarv, sum eru millum Føroyar og Ísland, tá ið vit snakka um badminton.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder