Ítróttur

B68 tapti í gjár

...

2018-09-16 11:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í fjør slapp 07 Vestur at fáa eitt ár eyka í Betri-deildini, tí bert eitt lið flutti upp úr 1. deild. Tað sær í løtuni út til at bert eitt lið eisini í ár flytur upp úr 1. deild í Betri-deildina.

ÍF er nummar eitt í 1. deild. Á 2. og 3. plássi liggja lið, sum longu frammanundan hava lið í Betri-deildini, og kunnu tey tí ikki flyta upp. 

Síðani kemur B68 á 4. plássi, sum tapti sín dyst í gjár. Teir taptu 3-1 ímóti HB, sum fekk øll málini 10 teir fyrstu minuttirnar. B68 hevur nú fýra stig færri enn NSÍ á 3. plássi.

Sum støðan er í løtuni so sleppir 07 Vestur aftur í ár undan at flyta niður í 1. deild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder