Ítróttur

B36 streyk avstað við steypinum

...

2021-12-04 22:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Mathias Thrane úr B36 var maðurin, ið til endans avgjørdi finaluna um Løgmanssteypið. Árstalsfelagið vann 5-4 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.

B36 er steypavinnari 2021 hjá monnum. Hetta gjørdist greitt á Tórsvølli leygardagin, tá árstalsfelagið vann 5-4 á NSÍ. Talan gjørdist um eina drúgva finalu, sum bleiv avgjørd eftir brotssparkskapping.

Tað var annars NSÍ, sum kom á odda tá góðir tíggju minuttir vóru spældir. Málskjúttin hjá runavíkingum var Aron Knudsen. Leiðslan helt sær í góðar tjúgu minuttir, so stóð aftur á jøvnum. Andrass Johansen royndi seg úr spískum, skotið var gott, og so var 1-1.

Fleiri mál komu ikki, og tískil var neyðugt við umdysti ??? tvær ferðir 15 minuttir. Heldur ikki tá kom nakað mál, og liðini noyddust undir brotssparkskapping, sum B36 vann. Seinasta skotið setti Mathias Thrane trygt í netið, og so kundi Bjarni Petersen taka ímóti Løgmanssteypinum.

Aftaná dystin valdu fjølmiðlarnir Andrass Johansen úr B36 til dagsins spælara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder