Ítróttur

B36 slapp av landinum í nátt

...

2018-07-03 07:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

B36 skal hósdagin spæla seinna dystin móti St Joesphs á Gibraltar, og í tí sambandi skuldi B36 av landinum í gjár, men liðið slapp ikki av landinum tí flogfarið hjá SAS bleiv avlýst tí tað var mjørki í Vágum.

B36 valdi síðani at fara við Atlantic Airways, og fór tað flogfarið úr Vágum um eitt tíðina í nátt við kós móti Keypmannahavn.

B36 kemur at hava venjingar í Keypmannahavn í dag og í morgin áðrenn leiðin gongur víðari til Gibraltar.

Fyrri dysturin millum liðini endaði 1-1.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder