Vinna

Avhending av nýggju farstøðini á flogvøllinum

...

2014-06-17 04:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á lítlari samkomu á flogvøllinum í dag fór avhendingin av bygningunum fram í nýggja fundarhølinum hjá Vága Floghavn.


Til staðar vóru umboð fyri Articon, Faerport, Vága Floghavn og spf. Ráð.

Vága Floghavn fegnast um arbeiðsgongdina og takkaði Articon fyri sera gott samstarv í samband við byggingina á flogvøllinum.

Arbeiði hevur gingið gott, hóast veðrið í vetur, hevur verið søguliga vánaligt. Allir partar hava arbeitt miðvíst fram ímóti at tryggja at fíggjar- og tíðarætlan kemur til at halda. Og tað er alt sum bendir á at bæði tíðar- og fíggjarætlanin heldur.

Vága Floghavn nýtti eisini høvi at takka Articon fyri eina sera greiða tilgongd til arbeiði á staðnum ??? eitt arbeiði sum nú merkir at eitt nýtt kapittul í føroyskari flogsøgu byrjar 17. juni, tá ið nýggja farstøðin verður tikin í brúk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder