Vinna

Avhendan av grundøkjunum á Middagsvarða

...

2020-07-23 12:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Grundstykkini á Middagsvarða vóru í morgun avhendaðkommununi.

S/pf K.J.O. hevur staðið fyri arbeiðinum, sum byrjaði fyri einum ári síðani.

Í fyrstu syftu var ikki ætlanin at planerað stykkini, men av tí at nógv skuldi spreingjast, varð gjørt av at planera øll stykkini.

Seinni í ár, tá matrikkuleringin er gjørd, verða stykkini klár at selja.

Støddin á grundøkjunum er í millum 615 fermetrar til 852 fermetrar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder