Ítróttur

Atli nærkast 50 landsdystum

...

2019-03-21 07:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF Varpið: Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen, spælir væntandi sín landsdyst nummar 50, tá Malta og Føroyar fara á vøllin á Ta??? Qali Stadion í Malta komandi leygardag.

Føroyska A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Malta, sum verður á Ta??? Qali Stadion í Malta leygardagin 23. mars klokkan 17:00 (føroyska tíð).

Aftaná venjingina mikumorgunin fekk FSF Varpið orðið á Atla Gregersen, sum væntandi spælir sín landsdyst nummar 50 komandi leygardag. Og sambært Atla sjálvum, so skulu vit vænti fleiri enn 50 landsdystir afturat frá honum næstu nógvu árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder