Vinna

Atlantsfarið liðugt við svartkjaftakvotuna

...

2014-05-19 18:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Atlantsfarið hevur bara 2.800 tons at fiska av svartkjafti, tað eru teir liðnir við og verða tí noyddir at leggja skipið, fyri at bíðja eftir makrelfiskiskapinum.

Vit vóru á bryggjuni í Miðvági í dag, har vit prátaðu við onkrar av manningini, teir hildu, at tað var løgið, at teir ikki kundu fáa størri part av kvotuni, tí Atlantsfarið hevur mist øll síni rættindi, sum teir høvdu í ES-sjógvi - men løgdu teir afturat, at vónandi verður annarleiðis, nú makrelkvotan skal fáast uppá pláss.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder