Vinna

Atlantsfarið hevur verið á verft í 3 og ein hálvan mánað

...

2015-04-17 13:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Atlantsfarið kemur á Miðvág í kvøld, eftir at hava verið á verft í Hollandi í 3 og ein hálvan mánað.

Atlantsfarið fór av Miðvági jólakvøld til Hollands, har skipið hevur verið á verft. Skipið hevur fingið høvuðsumvæling og sær út sum spildurnýtt, nú tað kemur aftur úr Hollandi.

Nú verður farið á svartkjaftaveiðu, væntandi verður klárt at fara fyrst í komandi viku.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder