Vinna

Atlantic broytir ferðaætlan í morgin

...

2014-10-02 00:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað verður boðað frá vánaligum floglíkindum í morgin, og av tí sama verður neyðugt at flyta nakrar fráferðir og komur.

??r Vágunum:

RC450 til Keypmannahavn og RC432 til Bergen eru lagdir saman.

Flogfarið RC450 flýgur nú úr Vágum kl.08:15 til Keypmannahavn umvegis Bergen. Flogfarið væntast at lenda í Keypmannahhavn kl. 12:00 lokal

RC456 til Keypmannahavn er framskundaður til kl. 11:00.

RC470 væntast at fara til tíðuna.


Til Vágar: (allar tíðir eru lokalar.)

RC453 úr Keypmannahavn og RC433 úr Bergen eru lagdir saman.

Flogfari RC453 flýgur nú úr Keypmannahavn til Vágar umvegis Bergen. Nærri kunning kl.19:00 02.10.14

RC453, RC459, RC471 og RC433 fara ikki avstað fyrr enn seinni um kvøldið. Nærri kunning um hetta kl.19:00. Vit heita samstundis á ferðafólk okkara um at fylgja við á heimasíðu okkarawww.atlantic.fo

Innskriving í Keypmannahavn opnar kl.16:00 til 20:00. Ferðafólk, ið koma út á flogvøllin áðrenn kl.16:00 skulu venda sær til SAS í Terminal 3.

Innskriving í Billund er opið til kl. 20:30.

Vinarliga

Atlantic Airways

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder