FSF: Nú ber til at atkvøða um Ársins mál 2019 í Betri Deildini hjá monnum. Átta mál eru tilnevnd, og fram til ársenda ber til at atkvøða á heimasíðuni hjá FSF.
ilsamans 423 mál vórðu skoraði í fremstu deildini hjá monnum í ár, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál. Og nú er tíðin komin, at Ársins Mál 2019, skorað í Betri Deildini hjá monnum, skal kjósast.
Átta mál eru tilnevnd, og nú er so upp til tey fótbóltsáhugaðu at avgera, hvør gjørdi besta málið.
Atkvøðurnar kunnu avgreiðast her: Atkvøðugreiðsla / Ársins mál 2019
Atkvøðugreiðslan verður skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ???Serfrøðingunum???, tað eru umboð fyri fjølmiðlarnar og landsliðsvenjarar, telja hini 50 prosentini.
Vinnarin verður kunngjørdur við ársenda..
Tilnevndu málini kunnu eisini síggjast niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald