Ítróttur

Atgongumerkjaprísurin hækkar á midnátt

...

2021-07-26 18:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú eru 6 vikur til Føroya vakrasta hálvmaraton verður skotið í gongd í Gásadali leygardagin 4. septembur 2021. Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á atgonumerkjunum frá 350kr til 450kr. Og freistin at ogna sær Guðrun og Guðrun renniblusuna rennur út, tað er avmarkað nøgd. Tilmelding fer fram á heimasíðun www.frælsi.fo/fvhm.

Atgongumerkir fyri 2020 eru galdindi fyri 2021. Um so er at ikki ber til at luttaka ber til at fáa peningin aftır við at senda teldupost til info@fraelsi.fo. Nærum 600 luttakarar hava higartil teknað seg til FVHM2021, tá eru flutt atgongumerki frá FVHM2020 íroknað.
Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá Vágafólki og sjálvbodnum felagsskapum, sum loysa eina ørgrynnu av uppgávum í samband við tiltakið, umframt at kommunurnar í Vágum stuðla við at seta upp fløgg, skelta, wc vognar, tjald og líknandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder