2019-03-25 10:30
FSF: Atli Gregersen skilur og kann saktans góðtaka atfinningarnar, ið koma yvir føroyska liðið eftir 2-1 tapið fyri Malta. Men tær skulu bara vera sakligar, og tað eru tær møguliga ikki altíð.
Fyrrapartin sunnudagin vandi føroyska landsliðið á Centenary Stadion á Malta, áðrenn kósin verður sett ímóti Rumenia tíðliga mánamorgunin.
Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á liðskiparan, Atla Gregersen, sum ætlar at brúka atfinningarnar, ið koma yvir føroyska liðið eftir 2-1 tapið fyri Malta, sum motivatión til dystin móti Rumenia.
Týsdagin 26. mars klokkan 19:45, føroyska tíð, spæla Rumenia og Føroyar á Dr. Constantin Radulesco Stadion í rumenska býnum, Cluj.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald