Ítróttur

Astrid Nanly Breckmann er Danmarksmeistari í fimleiki

...

2020-11-21 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Okkara fremsti fimleikari hjá kvinnum, Astrid Nanly Breckmann, kann nú kalla seg Danmarksmeistara í amboðsfimleiki. Astrid, sum er partur av føroyska kvinnulandsliðnum í amboðsfimleiki, luttók í dag í DM fyri lið í amboðsfimleiki. Astrid luttók saman við liðfeløgum sínum í danska fimleikafelagnum KG66, og soleiðis var tað fimleikafelagið KG66 sum varð Danmarksmeistari fyri lið. Astrid venur annars til dagligt við Havnar Fimleikafelag. Tað sum eisini er merkisvert, er at umframt at hon vann kappingina saman við sínum liði, so var hon eisini besti fimleikarin í allari kappingini samanlagt. Vit ynskja Astrid hjartaliga tillukku við flotta avrikinum.

Á myndini síggja við Astrid saman við venjaranum Camelia Mihaela Mindricel-Selariu.

Kelda: Fimleikarafelag Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder