Ítróttur

Aserbadjan, Kosova og Malta

...

2018-01-24 12:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Nations League: Nú er greitt, at Føroyar verða í bólki 3 í 4. deild (Division D) saman við Aserbadjan, Malta og Kosovo

Lutakast um, hvussu spælast skal í Nations League, sum fer av bakkastokki í heyst, hevur verið í Lausanne í Sveis í dag (mikudagin). Og tað háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 3 í 4. deild (Division D), saman við Aserbadjan, Malta og Kosova.

Bólkur 1

Georgia, Lettland, Kasakstan og Andorra

Bólkur 2

Hvítarussland, Luksemborg, Moldova og San Marino

Bólkur 3

Aserbadjan, Føroyar, Malta og Kosovo

Bólkur 4

Makedonia, Armenia, Liktinstein og Gibraltar

Fyrstu dystirnir í Nations League verða í september, síðani verða tveir spældir í oktober, meðan tveir teir seinastu verða spældir í november. Play-off dystirnir í Nations League verða á vári í 2020. Vinnarin í 4. deild (Division 4) fer beinleiðis til EM-endaspælið í 2020.

Vanliga EM-undankappingina, sum vit kenna hana, verður á skránni í 2019. Lutakastið verður, tá bólkaspælið í Nations League er liðugt.

Leggjast kann afturat, at venjarin hjá Malta, er fyrrverandi B71-venjarin, Tom Saintfiet. Kappingarárini 2002 og 2003 hevði Tom Saintfiet evstu ábyrgd av fremsta liðnum hjá sandoyingum.

Atgongumerkir til dystirnar í Nations League kunnu keypast íNethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder