Vinna

Asbjørn Senior og Atlantsfarið koma á Kollafjørð

...

2014-09-23 00:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Asbjørn Senior og Atlantsfarið sigla báðir inn.

Asbjørn S. verður á Kollafirði seint í kvøld, teir skulu landa 300 tons av makreli á Kollafirði. Seint í nátt kemur Atlantsfarið eisini á Kollafjørð, teir hava 1.100 tons av reinum makreli, sum verður landaður til Faroe Pelagic.

Av Faroe Pelagic verður sagt, at teir komandi dagarnar koma at hava nógv at gera, nógv skip eru á feltinum og fleiri koma inn seinni í vikuni.

Sí eisini: Norðborg kemur av 15. túri í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder