Vinna

Asbjørn Senior kemur á Kollafjørð um middagin

...

2014-08-12 15:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Asbjørn Senior, sum hevur tikið ímóti makreli frá partrolarum, sum royna norðanfyri, kemur á Kollafjørð um middagin við 150 tonsum.

Á Faroe Pelagic í Kollafirði eru teir júst liðnir at landa Atlantsfarið, nú skal Saksaberg landa og so Asbjørn Senior.

Tey føroysku makrelskipini eru stødd víða um, tey norðastu liggja nú norðanfyri 70N og 4V - Har eru Norðborg, Christian í Grótinum, Finnur Fríði, Akraberg, Enniberg og Jupiter, umframt nógv russisk skip.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder