Ítróttur

Árskort fáast til keyps

...

2018-03-14 12:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrsti heimadysturin í Betri Deildini verður leygardagin, og nú fáast árskortini til keyps. Árskortið er eisini lutaseðil um ferð fyri tvey við Atlantic Airways. Eisini ber til at melda til CLUB 1000.


Árskortið kostar kr. 800, og tú sparir næstan 25%. Til seinasta heimadystin verður drigið ímillum øll seld árskort, og vinnarin fær eina ferð fyri tvey á rutunetinum hjá Atlantic Airways.

Eisini ber nú til at gerast limur í CLUB 1000, ið sjálvsagt kostar 1000 krónur. Limir í CLUB 1000 fáa navn sítt á talvuna í húsinum og til hvønn heimadyst verður kaffi og kaka. Áðrenn dystin verður eisini stutt framløga frá venjaranum.
Fyri CLUB 1000 verður eisini gjørt okkurt serstakt burturúr nøkrum av dystunum, við onkrum góðum ábiti.

Árskort og limaskapur í CLUB 1000 fáast hjá John Weihe (tel. 580632) til heimadystirnar hjá 07 Vestur, ella umvegis e-post á [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder