2021-02-03 20:25
Reyði Krossur Føroyar skrivar:
Heiðurin Ársins Fyrstihjálpari 2020 fer í ár til Bragdafólkini Joan Mouritsen, Herluf Jakobsen, Súni Jacoben, Heidi Jógvansdóttir, Beinta Napoleonsdóttir, Kristín Baldvinsdóttir, Hjalmar Sjóvará, Ruth Winther, Andrew Hansen og Niels Poulsen fyri at veita lívbjargandi fyrstuhjálp.
Tað var ein sunnudagur í februar, at eitt lið frá Bragdinum hittust á Tórsbreyt at renna. Tá Hilmar skuldi gera seg til at taka felagsmynd, small hann niður. Bragdafólkini lupu til, og Joan tók leiðsluna beinanvegin. Róliga fór hon í gongd við at kanna, hvussu støðan hjá Hilmari var. Ringt var 112 beinanvegin. Hon bað um ein hjartastartara og fór so sjálv í gongd við at geva hjartamassagu, saman við Herlufi. Í garaguni hongur ein hjartastartari og har leyp onkur inn eftir honum. Hann riggaði ikki. So var eitt at gera. At senda øll í hvør sína ætt at finna ein annan. Gott við rennarum ??? tey runnu yvir í Yndi og oman í svimjihøllina. Tey gjørdu skjótt av, góvu Joan startaran og hon arbeiddi við Hilmari til sjúkrabilurin tók yvir. Í allari rokanini, var Joan tann róliga. Fekk Herluf at hjálpa sær og hann bað eina ringja til konu Hilmar, sum var við hús og visti av ongum.
Alt gekk skjótt og væl fyri seg, eftir umstøðunum. Tá sjúkrabilurin hevði latið Hilmar í hendurnar á teimum kønu á Landssjúkrahúsinum, koyrdu teir aftur á Tórsbreyt, fyri at kunna tey í Bragdinum um støðuna. Har fingu tey rós frá portørunum, at tey høvdu handlað so skjótt og væl.
Ársins fyrstuhjálparar fáa heiðursbræv frá Reyða Krossi, umframt blómutyssi og peningaupphædd frá Betri Trygging. Hjartaliga tillukku!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald