Ítróttur

Árligu framsýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag

...

2019-03-28 20:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Komandi vikuskifti fara 1200 fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag at vísa hvat teir hava vant í vetur, tá felagið skipar fyri trimum fimleikaframsýningum í høllini á Hálsi.

Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskifti eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava vant í vetur.

Av tí at talan er um so nógv lið, er neyðugt at skipa fyri trimum framsýningum, sum verða í høllini á Hálsi leygardagin 30. mars. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at íðkarnir verða býttir upp eftir alduri, og skráin yvir hvat lið ger nær liggur á facebook síðuni hjá felagnum.

Meiri er at lesa um felagið og framsýningarnar áwww.hf.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder