Ítróttur

Árliga gallaveitslan gav 260.000 kr

...

2020-02-17 07:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú árligu gallaveitsluna er farin aftur um bak, takka vit hjartaliga fyri allan tann fantastiska stuðulin, sum tit hava givið Team Rynkeby Føroyum. Undirtøkan til veitsluna hevur verið framúr góð, og tað varð útselt fyri fleiri vikum síðani. Gestirnir hava hugnað sær og hava fingið fyrsta floks undirhald, tónleik og mat.

Í samband við veitsluna varð ein kekkur handaður fyri innkomnu pengarnar, sum veitslan gevur. Upphæddin var 260.000 kr.
Vit á Team Rynkeby Føroyar-liðinumtakka Hotel Føroyum fyri at lata hølir, kokkar og hjálparfólk. Takk til Okkara, Føroya Bjór, PM-heilsølu, H.J. Hansen Vin og Landshandilin fyri mat og drykkjuvørur. Takk til allar tónleikarar og sangarar. Takk til Dáva Djurhuus, Rógva Langgaard og Jan Berg Jørgensen fyri filmsframleiðslu. Takk til Steingrund akustik fyri bæði tøkniliga framleiðslu og útgerð. Síðst, men ikki minst, túsund takk til tykkum øll, sum keyptu atgongumerki til veitsluna. Uttan tykkum var eingin gallaveitsla. Allur innkomni peningurin fer til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, familjum teirra og til gransking innan hesar sjúkur í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder