Vinna

Arctic Viking siglir heim við fullari last

...

2014-09-19 15:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Rækjutrolarin Arctic Viking, sum hendan túrin hevur roynt á Grand Bank, siglir heim við fullari last av rækjum - góð 440 tons.

Arctic Viking hom á fiskileið við Grand Bank 14. august og sunnudagin 14. september settu teir kós ímóti Føroyum.

 Arctic Viking verður á Kollafirði sunnumorgunin, har teir seta stóran part av manningini av, síðan fara teir til Hirtshals har veiðan verður landað, teir skulu landa mikumorgunin. Aftaná skal skipið á verft í Hirtshals.

Skipari á Arctic Viking hendan túrin er Bjarni Petersen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder