2020-07-26 16:07

Rækjutrolarin Arctic Viking hevur í vikuni landað 428 tons av rækjum í Tromsø, harav var 300 tons kókaðar rækjur - Bjarni Petersen var skipari.
Arctic Viking fór nýggjan túr í gjárkvøldið, við eru 17 mans, Niklái Petersen er skipari hendan túrin.
Niklái sigur:Teir landaðu í Tromsø fríggjadagin góð 400 tons.
Vit flúgu úr Føroyum leygarmorgunin kl 08:45 um Kbh- Oslo- Bergen- Bodø- Tromsø, ein túrur uppá góðar 12 tímar við ???grímu??? uppi á, tað var ikki serliga behagiligt, skal eg líka heilsa og siga. Skiftu manning og gjørdu út til nýggjan túr. Vit silgdu um midnáttarleitið úr Tromsø, eru á veg í russiskan sjógv, rækjufiskaríi hevur verið undir miðal alt ár í Barentshavinum. Vit fara umvegis Sever 1 kjekkpunktið eftir einum eygleiðara, áðrenn vit leggja norðyvir at fiska. Vit eru 17 mans við
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald