
Hagstovan: Arbeiðsloysið í Suðuroy minkaði niður í eina helvt frá septembur í fjør, tá tað var 5,6%, til septembur í ár, tá tað var 2,8%. Lutfalsliga er hetta størsta minkingin samanborið við hini økini í landinum, men hóast munurin er minkaður nógv, er størsta arbeiðsloysið framvegis í Suðuroy, har tað nú er umleið dupult so stórt sum í landinum sum heild, har arbeiðsloysið minkaði úr 2,3 niður í 1,3%. Hesi tølini eru fyri bæði kyn og ikki árstíðarjavnað.
Javnt minst er arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymi og í Vága sýslu, har tað er millum 0,7 og 1,0%.
So er eitt lítið glopp upp til Sandoy og Suðurstreym við ávikavist 1,4 og 1,6%.
Størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 2,8%.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá kvinnum í Vága sýslu við 0,5% (í tali eru tær bara nakrar fáar) og hjá monnum í Eysturoy við 0,6%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 3,7%.
Arbeiðsloysið minkað munandi í øllum sýslum síðsta árið
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað nógv hetta 12-mánaðar skeiðið. Størsta minkingin er í Suðuroy úr 5,6% niður 2,8%.
Verður hugt nøkur ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað javnt og samt. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað hevur ligið langt oman fyri støðuna í landinum annars, men nú er tann munurin minkaður nógv.
Arbeiðsloysi minst hjá teim yngstu og teim í miðjum aldri
Minsta arbeiðsloysið við 0,9% er í yngsta aldursbólkinum 16-24 ár og teimum í miðjum aldri 45-54 ár. Hægst er tað hjá teim 25-34 ára gomlu við 1,9%. Serliga stórur er munurin millum kynini júst í hesum aldursbólkinum 25-34 ár, har tað er meir enn dupult so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.
Dagførd og útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi eru at finna í hagtalsgrunninumher.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald