2021-07-11 13:20
Annika Joensen er fyrsti spælarin, ið hevur vunnið gull í einmansleiki fyri kvinnur í darti á Føroyaleikunum.
Annika vísti gjøgnum alla kappingina, at hon var hin neyvasta við pílunum. Í hálvfinaluni vann hon tryggan 4-1 sigur á Terju ??sá.
Í Finaluni skuldi Annika møta Gunnbjørg Dam, ið hevði tryggjað sær finaluplássið við einum 4-2 sigri í serstakari hálvfinalu. Mótstøðukvinnan hjá Gunnbjørg Dam í hálvfinaluni var dóttur hennara , Joan Edvør Jacobsen.
Annika Joensen spældi eina sera góða finalu, og hon vann eisini greiðan 4-0 sigur.
Dartspælararnir hava havt góðar dagar í Vági, og serliga fegnast tey um, at Suðuroyar Dartfelag í næstum verður endurstovnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald