Ítróttur

Anna Kristina Niclasen DM-gull og føroyskt met í stoyt

...

2021-06-03 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

OLYMPISK VEKTLYFTING. Anna Kristina Niclasen setti føroyskt met og vann DM-gull, tá ið hon síðsta vikuskiftið vann danska meistaraheitið á liðnum hjá danska felagnum AK Atlas úr Slagelse.

Anna setti føroyskt met við at stoyta (clean and jerk) 97 kilo upp um høvd. Í trekk (snatch) lyfti hon 73 kilo. Í tveykampinum ella samanlagt lyfti hon sostatt 170 kilo.

Frank Petersen, venjari hjá AK Atlas og danska landsliðnum væntar, at Anna Kristina kann gerast fyrsti føroyingurin, ið luttekur í EM fyri vaksin kanska longu komandi ár.

Hinar tríggjar á liðnum, Sandra Jensen, Katrine Bruhn og Louise Vennekilde luttóku allar fyri Danmark í EM í Moskva herfyri.

Næsta kapping fyri føroyska styrkiítrótt verður 4. juli í Spania. ??ttikin til hesa kapping eru vektlyftararnir Pól Hendrikkur Andreasen, Maibrit Reynheim Petersen og Anna Kristina Niclasen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder