Ítróttur

Andreas: Okkara fyrsta mál er at gera tað betri enn seinasta kappingarár

...

2018-09-03 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KÍF hevur sett nýggjan venjara til hetta kappingarárið, og tað er Andreas F. Hansen ið kemur at standa á odda fyri KÍF.

Andreas sigur, at fyrsta málið er at gera tað betri enn seinasta kappingarár tá ið KÍF endaði aftast.

Hvat væntar tú tær av komandi kappingarárið?

Eg vænti, at tað fer at líkjast eitt sindur seinasta kappingarár, har øll liðini kunna taka stig frá hvør øðrum og at tvey lið koma at fara frá hinum.

Hvar á stigatalvuni enda tit?

Okkara fyrsta mál er betur enn í fjør, tá ið KÍF fekk 14 stig og endaði aftast.

Hvussu væntar tú toppurin fer at síggja út?

Eg vænti, at H71 og Neistin og kanska eisini Kyndil koma at mynda toppurin.

Hvussu stóran hóp hava tit?

Vit hava 15-20 leikarar sum møta væl upp.

Hvat fyri spælarar hava tit fingið, og hvørjar hava tit mist?

Farnir: Fríði Weihe, Tony Weihe, Rógvi Weihe, Rúni Joensen og Emil Dam.

Komnir: Joakim Jürs og Borko Cupara


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder