Ítróttur

Andreas F. Hansen skal standa á odda fyri KÍF

...

2018-07-28 08:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár skrivaðu vit um at fyrrverandi KÍF spælarin Nicklas Selvig aftur skal spæla við KÍF komandi kappingarár. Nú er eisini greitt hvør skal venja KÍF komandi kappingarár. Robert Poulsen formaður í KÍF, sigur at felagið hevur sett Andreas F. Hansen sum høvuðsvenjara til komandi kappingarár. 

Afturat Andreasi hevur KÍF eisini sett Zeljko Jotic sum málmansvenjara hjá besta mansliðnum hjá felagnum, Jotic skal eisini taka sær av at venja dreingir 16 hjá felagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder