Sjálvan altjóða kvinnudagin, 8. mars 2021, gevur Posta út frímerki Andreu Árting til heiðurs.
Andrea Árting var frá 1937-1977 - í samfull 40 ár - forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Hon var ein slóðbrótari á so mongum økjum og skipaði m.a. fyri fyrsta kvinnuróðrinum á ??lavsøku í 1918. Sum eitt av sínum seinastu avrikum, var hon við til arbeiðsmarknaðarsamráðingarnar í 1977. Undir hesum beinhørðu samráðingum við tá 85 ára gamla framherjanum á odda, gingu arbeiðsgevararnir umsíðir við til kravið um, at kvinnur skuldu fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði. Broytingin varð stigvíst sett í verk í árunum fram til 1981.
Anker Eli Petersen hevur sniðgivið frímerkið.
Móttøka 8. mars
Í samband við frímerkjaútgávuna hevur Posta móttøku í
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Bøgøta 10, Tórshavn
mánadagin, 8. mars
kl. 15:00.
Á móttøkuni fer Karin Kjølbro at siga nøkur orð um Andreu Árting.
Høvi verður eisini til at ogna sær frímerkini og snøggu plakatina, sum Posta hevur givið út í samband við frímerkjaútgávuna.
??ll eru vælkomin!
Posta
Ein áhugaverdur tekstur um Andreu Árting er at finna á heimasíðuni hjá Frímerkjadeildiniwww.stamps.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald