Mentan

Anders Vedelsbøl lækni í Vága læknadømi andaðist bert 47 ára gamal

...

2020-04-22 13:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað vóru tung boð at fáa, at lækni okkara, Anders Vedelsbøl, ikki var í millum okkara longur.

Hann andaðist bert 47 ára gamal.

Anders Vedelsbøl tók við starvinum sum kommunulækni í Vága læknadømi tann 1. mars 2018.

Vit her vesturi vóru sera takksom og glað fyri, at hann valdi at koma til okkara at arbeiða.

Vit, sum høvdu samband við Anders, kendu hann sum ein fittan, fryntligan og dugnaligan lækna. Saknurin verður stórur.

Anders Vedelsbøl nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2006 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2012. Størsti parturin av serlæknaútbúgvingini varð tikin í Føroyum. Hann virkaði eitt skeið sum kommunulækni í Keypmannahavn. Umframt tað røkti hann avloysarastørv sum kommunulækni millum annað í Klaksvík, Tórshavn og á Sandoynni. Í 2015 virkaði hann sum deildarlækni í kriminalforsorgini í Keypmannahavn.

Anders var kommunulæknaavloysari í Vága læknadømi, áðrenn hann tók við starvinum sum kommunulækni í mars 2018.

Okkara samfelag er vorið fátækari. Vit hava øll mist eitt gott menniskja og ein góðan lækna.

Anders hevði stóra familju, tað vistu vit øll. Okkara tankar og samkensla leita til øll tey, ið stóðu honum nær, serliga til konuna, Jórun, og børn teirra.

Má Harrin hjálpa og styrkja tykkum í sorgini.

Hvíl í fríði, Anders.

Vegna kommununar í Vágum
Eyðdis H. Niclasen, borgarstjóriAimé Jacobsen, borgarstjóri
Vága kommunaSørvágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder