Heimsmeistari og Champions League meistari fyriskipað hondbóltsskúla
Hondbóltsskúli við Jóhan á Plógv Hansen og Michael V. Knudsen, í Havn í summar.
Silkeborg, 4. mars 2019:Jóhan á Plógv Hansen kunngerð í dag, at hann, saman við donsku hondbóltslegenduni, Michael V. Knudsen, fara at hava ein hondbóltsskúla fyri føroyskum børnum og ungum hin 22. og 23. juni í ár, í Tórshavn.
Jóhan á Plógv Hansen og Michael V. Knudsen eru liðfelagar á danska liðnum BSV í Silkeborg, sum júst hevur spælt seg víðari til 1/8-deils finanula í Champion League, og eisini skal spæla í Final 4 í donsku steypakappingini í mars mánaða.
???Tankin um at fyriskipað hondbóltsskúla í Føroyum hevur leingi verið ein ætlan hjá mær, og tá eg var heima í Føroyum í jólafrítíðini tosaði eg við fólk í føroyska hondbóltsumhvørvinum um hetta, og eg avgjørdi tá, at nú skuldi tað verða???, sigur Jóhan á Plógv Hansen.
Jóhan á Plógv Hansen, sum gjørdist heimsmeistari við danska hondbóltslandsliðnum í januar í ár, byrjaði sína leið sum hondbóltsleikari sum barn í Kyndil. Bert 16 ára gamal legði hann í 2010 leiðina til Danmarkar, við tí fyri eyga at gerast yrkisleikari.
???Eg havi havt eydnuna við mær, og havi fingið sera nógvar góðar upplivingar sum hondbóltsleikari kring alt Evropa, bæði í landsliðshøpi og við feløgum. Eg havi nátt nógvum av mínum málinum, og eg vil nú fegin geva nakað aftur til børn og ung í Føroyum, sum hava hug at menna teirra hondbóltsførleikar, tí eg kenni frá egnum royndum stóra týdningin av at røttu stigini verða tikin fyri ungu talentini, og ikki minst at byrja tíðliga við málrættaðum arbeiðið.??? leggur Jóhan á Plógv Hansen afturat.
Tað er rættuliga vanligt uttanlanda, at kend ítróttarfólk brúka ein part av síni frítíð at menna børn og ung. Sum dømi kann nevnast, at tveir av heimsins bestu hondbóltsleikarum, Mikkel Hansen í Danmark og Sandor Sagosen í Noregi, í fleiri ár hava havt hondbóltsskúla fyri donskum og norskum børnum. Og tað er hetta sum Jóhan á Plógv Hansen nú hevur sett sær fyri at geva føroyskum børnum og ungum møguleika fyri.
Kendi hondbóltsleikarin, Michael V. Knudsen, sum hevur leikt ikki minni enn 244 A-landsdystir fyri Danmark, kemur saman við Jóhan at standa fyri hondbóltsskúlanum í ár. Hann leikti í 9 ár við týska stórfelagnum Flensburg Handewitt, og var við til at vinna Champions League í 2014, eins og hann í 2009 var frammarliga í kappingini um at verða kosin heimsins besti hondbóltsleikari, tá hann gjørdist nummar tvey. Michael V. Knudsen hevur eisini tikið venjara útbúgvingina DHF Proff í hondbólti, og venur eisini ungar hondbóltsleikarar í Silkeborg.
Hondbóltsskúlin við Jóhan á Plógv Hansen og Michael V. Knudsen verður hildin í Høllini á Hálsi í Tórshavn hin 22. og 23. juni 2019. Pláss verður fyri 168 børnum og ungum frá U10 til U16. Nærri upplýsingar um hondbóltsskúlan fáast á heimasíðuni http://www.jphcamp.fo har tilmelding eisini fer fram. Til ber at melda seg til frá 10. mars til 1. mai 2019, ella til tað er fullteknað
???Eitt tílíkt tiltak krevur nógva fyrireiking og tað er ikki heilt bíligt við mati, drekka, sergjørdum hondbóltum, draktum o.l. sum tey ungu skulu hava, so tí verður eitt luttakaragjald. Men vit vóna at tey ungu fáa nakað burturúr, og at vit á henda hátt eisini kunnu geva eitt íkast til at menna hondbóltsáhugan í Føroyum enn meira, tí føroyskur hondbóltur hevur veruliga ment seg nógv seinastu árini???, sigur Jóhan á Plógv Hansen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald